Ólavsøka 2025
- Niels Áki Mørk
- 1. aug.
- 3 min læsning

Ein rimmar ólavsøka er nú farin afturum bak.
Í Havnar Róðrarfelag var spenningurin øgiligur. Havnarbáturin róðu FM-finalu ímóti Klaksvíkingi, Drekin dreingir 17-18 ár hava róð tættar og spennandi róðrar í alt summar og tað skuldi ganga heilt illa, um Ørvur ikki skuldi vinna FM. Sílið gentur 17-18 ár høvdu longu tryggjað sær FM-heitið.
Ólavsøkuróðurin byrjaði við barnaróðri.
Bæði Gulin og Ingibjørg róðu seg víðari í finaluna. Í finaluni stóðu genturnar umborð á Ingibjørg seg sera væl og fingu eitt triðja pláss 🥉 Vit fegnast um tykkara fyrsta heiðursmerki í kappróðri 🤩 Genturnar umborð á Gulanum blivu nr. 9.
Dreingirnir umborð á Skansanum hálaðu seg fram aftur á 5. pláss í sínum róðri💪
Hjá 6mf kvinnum luttóku bæði Gongurólvur og Víkingur. Eftir ein sera óheldigan start, megnaðu kvinnurnar umborð á Gongurólvi at berja seg fram á 3. pláss🥉 Víkingur var leingi væl við og endaði nr. 5.
Í 5mf gentum 14-16 ár bleiv Gulin nr. 5 og Títlingur, sum hevur havt onkran skaða umborð, nr. 12.
Ørvur skuldi bert fáa stig, so vóru teir føroyameistarar. Hetta var tó ikki nokk fyri teir, tí teir vildu hava ólavsøkugullið eisini. Og tað fingu teir við manér. Teir løgdu seg framum tíðliga og øktu um leiðsluna allan vegin inn á mál 🥇🏆 Ørvur vann sær eisini útvarpssteypið 🏆 Tórsbáturin róði seg eitt pláss longur fram enn seinast og endaði nr. 8.
Hjá 6mf við monnum var enn einaferð stutt ímillum skotini á málinum. Víkingur kom á mál sum nr. 6 og Gongurólvur nr. 9.
Sílagenturnar høvdu longu tryggjað sær FM og við teirra vakra og trygga róðrarlagi vunnu tær eisini stórsigur á ólavsøku🥇🏆 Umframt ólavsøkusteypið, vunnu tær eisini Kolturssteypið, sum verður givið fyri flottasta róður á ólavsøku🏆. Drekagenturnar hildu fast og blivu aftur nr. 3🥉 Beint aftanfyri tær kom Skansin og síðani Títlingur. Genturnar umborð á Ingibjørg blivu nr. 11.
Gongurólvur luttók aftur í 6mf kvinnum masters og endaði nr. 6.
Dreingirnir umborð á Drekanum 17-18 ár hava givið okkum sera spennandi kappróður í alt summar. Á ólavsøku var onki undantak og spennandi róðurin endaði við einum 3. plássi til Drekan🥉 og 5. plássi til Sílið.
Spenningurin og mannamúgvan á keiini vaks støðugt gjøgnum dagin, tí seinast á skránni var róðurin hjá 10mf. Ein rúgva av HR-fólki vóru samlaði aftanfyri mittastu mál-boyuna🤍Startskotið brast og leingi var sera tætt millum Havnarbátin og Klaksvíking. Men inni á molanum vísti Havnarbáturin at hann var á heimasjógvi og við einum øgiligum endaspurti loystu teir frá klaksvíkingum og lótu soleiðis ongan iva vera um, hvat 10mf var best í ár. Ólavsøkugull og FM til Havnarbátin var veruleiki og rómurin var ótrúligur🥇🏆
Eftir ólavsøkuróðurin var stór móttøka heima í Álakeri og vit gleðast um at so nógv fólk komu at heilsa uppá🥳
Alt í alt eru vit í Havnar Róðrarfelag sera errin av avrikunum hjá øllum okkara manningum í ár. Úrtøkan fyri 2025 var hendan:
Barnaróður gentur:
Ingibjørg nr. 8
Gulin nr. 10
Barnaróður dreingir:
Skansin nr. 6
5mf gentur 14-16 ár:
Gulin nr. 4
Títlingur nr. 13
5mf gentur 17-18 ár:
Sílið nr. 1🥇
Drekin nr. 3🥉
Títlingur nr. 4
Skansin nr. 6
Ingibjørg nr. 11
5mf dreingir 17-18 ár:
Drekin nr. 3🥉
Sílið nr. 5
6mf kvinnur:
Gongurólvur nr. 4
Víkingur nr. 6
6mf kvinnur masters:
Gongurólvur nr. 6
6mf menn:
Víkingur nr. 5
Gongurólvur nr. 6
8mf:
Ørvur nr. 1🥇
Tórsbáturin nr. 9
10mf:
Havnarbáturin nr. 1🥇
Manningum, stuðlum og viðhaldsfólki takka vit so hjartaliga fyri kappróðrarárið 2025 og vit vóna at síggja tykkum øll aftur komandi ár🤩
Koyr á HR!
Myndir: RSF, portal.fo og SH photo