
Drekastevnið
Orð og lag: Heri Nolsøe
1. Ørindi:
Spenningsrómur og árarnar í sjógv,
luftin kennist frísk og flógv.
Í sveittabroti tit rógva mál á tamb,
og stríðast fram við aldukamb.
Niðurlag:
Rógvið kvinnur, rógvið menn,
tit hava nógva megi enn,
í barmi róðrarhjarta brann,
nú Drekastevnið sigur vann.
2. Ørindi
Tit strúka fram, seta tykkum vinnarmál,
kanska fæst eitt sigurshál,
í hørðu kapping tit rógva fram á leið,
á báru bátur spelkin reið.
...Niðurlag...
3. Ørindi
Summartíð, sólin kyssir fjallatind,
kveikist føgur róðrarmynd,
úr eini aldu har reisast tit upp frá,
so vøkur bretta tykkum á.
...Niðurlag...
4. Ørindi
Havsins bylgjur tær spæla sær,
froysa beint ímóti tær,
sól og sjórok kínir hár,
í sigursróma smíl og tár.
...Niðurlag...
Drekin
Orð og lag: Ronnie Nielsen
1. Ørindi:
Drekin spennir veingir út
og fer so upp í ferð,
eingin bátur fylgir honum,
tá í nánd hann er
Niðurlag:
Rógvið dreingir,
rógvi Drekan inn á mál,
spennið spengur,
rógvið við tykkar´ lív og sál.
2. Ørindi
Fylkjast teir í felagsskapi,
fremja róðrabrøgd,
renna fram á bylgjusíðum,
vinnarkós er løgd.
...Niðurlag...
3. Ørindi
Rógva teir so andbráðir,
tak fyri tak,
drekastevnið strýkur fram,
um tað ímóti rak.
...Niðurlag...
4. Ørindi
Drekin spennir veingir út
og fer so upp í ferð,
eingin bátur fylgir honum,
tá í nánd hann er.
...Niðurlag...
Havnarbáturin fyrstur á málið
Orð og lag:
