Samandráttur: Ólavsøka 2026
- for 6 minutter siden
- 4 min læsning
Spenningurin var stórur til ólavsøkuna. 4 manningar hjá Havnar Róðrarfelag høvdu møguleika at vinna meistaraheiti, uttan at fáa hjálp uttanífrá🤩 Sjálvt um veðrið ikki var av tí besta, høvdu viðhaldsfólk hjá Havnar Róðrarfelag, aftur í ár, samlað seg aftanfyri mittastu málboyuni, at taka ímóti bátunum, tá ið teir komu á mál. 13 manningar umboðaðu Havnar Róðrarfelag á ólavsøku, har tað samanlagt bleiv til 6 🥇, 1 🥈 og 2 🥉 á sundalagsstevnu, umframt 4 føroyameistarar🏆✨
Barnaróður (Gentur)
Gulin kom á mál sum nummar 1 🥇 Gulin hevði ein góðan start og lá fremstur saman við trimum øðrum bátum. Tá ið hálvt málið var rógvi, byrjaði Gulin at ganga frá hinum bátunum, og komu tær at liggja eina lítla hálva bátslongd fremstar, tá 100 m vóru eftir. Í endaspurtinum harðnaðist kappingin við Brodd har munurin minkaði. Gulin hevði tó munin og kom á mál eitt lítið sekund fremstur og vann ólavsøkuna💪
Drekin kom á mál sum nummar 10.
Títlingur kom á mál sum nummar 4. Títlingur hevði ein góðan start, har tær løgdu seg millum fremstu bátarnar💪 Sum frá leið, deildi tað fremsta feltið seg upp, har ið Títlingur kom á mál sum nummar 4 eina hálva bátslongd aftanfyri næsta bátin.
5-mannafør (Gentur yngri)
Drekin kom á mál sum nummar 1 🥇 og bleiv føroyameistari 🏆 Talan var um ein finalu róður, har ið Drekin skuldi vinna á Firvaldi, fyri at blíva føroyameistari. Flestu bátarnir startaðu væl, har tað var stutt ímillum teir. Sum frá leið, fór kappingin um fremsta plássið at verða millum Drekan og Firvald, har tær dúgliga kappaðust. Tær skiftust um at verða fremstar, har Drekin var á odda, á molanum. Á hálvum molanum hevði Firvaldur tikið seg framum, men við tí góða endaspurtinum, Drekin hevur víst í flestu stevnum, komu tær framum aftur og vunnu við einum skuti💪
Gulin koma á mál sum nummar 3🥉 Gulin var væl við í startinum og kom at liggja í fremstu røð við fleiri øðrum bátum. Bátarnir fylgdust væl fyrru helvt av róðrinum 💪Eftir hetta øktist frástøðan til hinar bátarnar, har ið Gulin kom at liggja nummar 3, eina lítla bátslongd aftanfyri næstfremsta bátin.
5-mannafør (Gentur eldri)
Sílið kom aftur á mál sum nummar 1 🥇 og blivu genturnar føroyameistarar 🏆 við fullum stigatali. Sílagenturnar løgdu seg beinavegin fremstar við einum stórum skuti💪 Aftur hesaferð, fekk Sílið kapping frá Kolli, har ið báðir bátar róðu seg langt burtur frá hinum. Sílagenturnar vóru fremstar allan róðurin, men vóru eltar av Kolli, sum bert var ein stóran skut aftanfyri. Sílið kom á mál eina hálva bátslongd fremst og tryggjaðu sær meistaraheitið við fullum stigatali. Hettar var 24. sigur á rað og 5. meistaraheiti á rað hjá hesari manningini🎊✨
5-mannafør (Dreingir eldri)
Drekin kom á mál sum nummar 2 🥈Drekin var væl við í startinum og var millum fremstu bátarnar. Drekan og Fípuna vóru fremst og róðu seg langt burtur frá hinum bátunum💪 Drekin lá áleið ein skut aftanfyri Fípuna, meginpartin av róðrinum. Í endaspurtin øktist munurin, har Drekin kom á mál sum nummar 2, hálva aðru bátslongd frá Fípuni.
5-mannafør (Kvinnur)
Sílið kom á mál sum nummar 3🥉 eina lítla bátslongd til næsta bát 💪
6-mannafør (Kvinnur)
Víkingur kom trygt á mál sum nummar 1 🥇 og vann meistaraheiti 🏆 við 6-mannaførum við kvinnum. Víkingur hevði ein góðan start og legði seg beinavegin fremst. Gjøgnum allan róðurin, róðu tær seg longur burtur frá hinum bátunum. Tá ið tær vóru komnar á molan, var ein bátslongd aftur til næsta bátin. Á málstrikuni var eingin ivi, tá var munurin øktur til tvær bátslongdir, har tær komu trygt á sum nummar 1 og vunnu FM💪 Hettar er fyrsta meistaraheiti hjá Havnar Róðrarfelag í 6-mannaførum við kvinnum síðani 2011, somuleiðis er tað fyrstu ferð, Víkingur vinnur FM í 6-mannaførum við kvinnum🎊✨
6-mannafør (Menn)
Víkingur kom á mál sum nummar 7.
8-mannafør
Ørvur kom á mál sum nummar 1🥇og bleiv føroyameistari 🏆. Tað var ein finaluróður, har Ørvur skuldi vinna á Gullbrand. Talan bleiv um ein spennandi og tættan róður millum Ørv, Gullbrand og Heiðabátin. Ørvur legði seg á odda í startinum, men hinir báðir fylgdu væl við. Tað var sera lítil munur millum hesar tríggjar bátarnar, ið róðu seg burtur frá hinum. Tá ið 300 m vóru eftir økti Ørvur um leiðsluna, men stutt aftaná svaraði Heiðabáturin aftur, so munurin aftur minkaði. Tað var spenningur allan vegin, men Ørvur sigraði og kom fyrstur á mál við einum lítlum skuti💪
10-mannafør
Havnarbáturin kom á mál sum nummar 1🥇eftir sera tættan og spennandi róður móti Orminum. Havnarbáturin og Ormurin fylgdust gjøgnum allan róðurin, har ið munurin teirra millum ongantíð var størri enn ein skutur. Havnarbáturin legði seg á odda eftir startin, men Ormurin var beint í hølunum á honum. Tá ið 200 m vóru eftir, sá út til at Ormurin hevði fingið stavnin framum Havnarbátin, men Havnarbáturin svaraði aftur og vann ólavsøkuna við einum hálvum skuti💪
Kappróðrarárið 2026
Kappróðrarárið 2026 hevur verið eitt sera gott ár hjá Havnar Róðrarfelag, har ið manningarnar hava verið sera raskar og ágrýtnar💪🔥 Samanlagt, hetta kappingarár, kláraðu okkara manningar at vinna 27 🥇, 18 🥈 og 14 🥉
Í FM stríðnum bleiv tað til 4 føroyameistarar, 3 annað pláss og 2 triðjapláss.
FM-støðan 2026
Barnaróður við gentum: Gulin nr. 2 🥈 Títlingur nr. 5 Drekin nr. 12
5-mannafør gentur yngri Drekin nr. 1 🏆
Gulin nr. 3 🥉
5-mannafør gentur eldri Sílið nr. 1 🏆 Títlingur nr. 9
5-mannafør dreingir eldri Drekin nr. 2 🥈
5-mannafør kvinnur Sílið nr. 3 🥉
6-mannafør kvinnur Víkingur nr. 1 🏆
6-mannafør menn Víkingur nr. 7
8-mannafør Ørvur nr. 1 🏆 Tórsbáturin nr. 8
10-mannafør Havnarbáturin nr. 2 🥈
Vit vilja takka manningunum, stuðlum og viðhaldsfólk fyri eitt frálíkt kappróðrarárið 2026 og vóna at síggja tykkum øll aftur til komandi kappingarár🤩
Myndir: Jens Kr. Vang á portal.fo og Jan Herman á RSF
















































































