top of page

Samandráttur: Sundalagsstevna 2026

  • for 4 dage siden
  • 3 min læsning

Næstsíðsta stevnan í ár var sundalagsstevnan í Hósvík, har 12 bátar umboðaðu Havnar Róðrarfelag. Talan var um nógvar spennandi og góðar róðrar, har tað samanlagt bleiv til 4 🥇, 2 🥈 og 2 🥉 á sundalagsstevnuni.


Barnaróður (Gentur)

  • Gulin kom á mál sum nummar 4. Eftir startin kom Gulin at liggja javnt í einum felti við fleiri bátum. Í gjøgnum róðurin, róð Gulin seg longur fram, burtur úr feltinum, og kom móti endanum á mál sum nummar 4, eitt hálvt sekund frá næsta bátinum. 💪

  • Drekin róð í fyrsta riðili, har hann kom á mál sum nummar 9, og harvið kom ikki í finaluróðurin.

  • Títlingur kom á mál sum nummar 3 🥉Títlingur hevði ein góðan start, har tær løgdu seg millum fremstu bátarnar. Sum frá leið komu kappingin at vera um triðja plássið, har Títlingur hevði munin💪


5-mannafør (Gentur yngri)

  • Drekin kom á mál sum nummar 2 🥈 Drekin kappaðist um fyrsta plássið í fyrru helvt av róðrinum, har ið lítil munur var á bátunum. Móti endanum harðnaðist kappingin um annað plássið, men Drekin kom á mál ein skut framman fyri næsta bát💪

  • Gulin kom á mál sum nummar 4. Gulin var væl við í startinum og komu at kappast við aðrar bátar á fjórða plássinum. Tá ið nærkaðist móti endanum var Gulin komin fram at kappast um annað plássið móti trimum øðrum bátum, og kom á mál sum nummar 4, eitt sekund frá annað plássinum💪


5-mannafør (Gentur eldri)

  • Sílið kom aftur á mál sum nummar 1 🥇 Sílið legði seg beinavegin fremst í startinum. Tær fingu eitt sindur meira kapping hesaferð, enn undanfarnu róðrar, men fyrsta plássið var ongantíð í vanda💪 Tær komu fyrstar á mál, hálva aðru bátslongd fremstar.


5-mannafør (Dreingir eldri)

  • Drekin kom á mál sum nummar 1 🥇 So eydnaðist tað🤩 Eftir fleiri stevnur, har tað hevur verið tætt, kom Drekin fyrstur á mál. Í startinum, var lítil munur millum fremstu bátarnar. Eftir startin, tók Drekin nøkur góð tøk og legði seg á odda💪 Drekin og Fípan kappaðust sínámillum og róðu burtur frá hinum bátunum. Tá 300 m vóru eftir, økti Drekin leiðsluna til eina hálva bátslongd og á málstrikuni komu teir fyrstir á mál eina lítla bátslongd fremstir💪


5-mannafør (Kvinnur)

  • Sílið kom á mál sum nummar 3🥉Sílið hevði ein góðan start, og fylgdi væl við í fyrru hálvu av róðrinum, har ið munurin var minni enn ein bátslongd til fremsta bátin💪 Í seinnu hálvu fór kappingin at verða um annað plássið, har ið tær komu á mál minni enn eina bátslongd frá næsta bátinum.


6-mannafør (Kvinnur)

  • Víkingur kom trygt á mál sum nummar 1 🥇 Víkingur stak seg burtur úr í startinum og legði seg fremst. Aftaná startin øktu tær um munin til eina bátslongd aftur til næsta bát. Tá ið 500 m vóru eftir, var frástøðan økt til hálva aðru bátslongd. Frástøðan var hildin allan vegin til málstrikuna, har eingin ivi var um at tær komu fyrstar á mál, hálva aðru bátslongd fremstar💪


6-mannafør (Menn)

  • Víkingur kom á mál sum nummar 6.


8-mannafør

  • Ørvur kom klárt á mál sum nummar 1🥇Ørvur hevði tann besta startin og legði seg beinavegin á odda. Teir øktu skjótt um frástøðuna til hinar bátarnar, og høvdu loyst frá hinum, tá ið 500 m vóru eftir 💪 Ørvur helt frástøðuna allan vegin til málstrikuna og kom á mál meira enn eina bátslongd frammanfyri næsta bátin.


10-mannafør

  • Havnarbáturin kom á mál sum nummar 2🥈 eftir harða kapping við Ormin. Í startinum legði Havnarbáturin seg ein skut fremst, har teir hildu munin til hálvt málið var rógvið 💪 Síðani bleiv javnt millum bátarnar báðar, har teir kappaðust um leiðsluna. Móti endanum tók Ormurin leiðsluna, har Havnarbáturin royndi at svara aftur í endaspurtinum, men kom á mál ein skut aftanfyri.


Nú er bert ólavsøkan ❤️💙🤍 eftir. Vit gleða okkum at síggja róðurin á heimasjógvinum og at stuðla okkara manningum 👏, nú tær kýta seg eina síðstu ferð hettar kappróðrarárið 💪. Vit eru spent um tær mongu FM-finalur 🏆, sum vera á ólavsøku og at heiðra øll tey flottu úrslitini 🌟 og alt tað ídni okkara manningar hava sýnt í ár 🔥



Myndir frá stevnuni: Sverri Egholm á portal.fo, Jan Herman á RSF og egnar myndir.



 
 

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page