VIT BYRJA AFTUR AT RÓGVA
for 1 dag siden
1 min læsning
Fyrireikingarnar til komandi kappringarár fara so smátt at byrja, og tí vilja vit í fyrstu atløgu hoyra frá øllum børnum, sum ætla sær at rógva komandi ár. Bæði tey, sum hava róð fyrr, og tey, sum ongantíð hava róð fyrr.
Tí bjóða vit inn til kunnandi foreldrafund hóskvøldið, 17. septembur klokkan 19.
Fundurin er viðkomandi fyri foreldur at: - Børnum í 5-7 flokki (barnaróður) - Børnum, sum eru fødd í 2011 og 2012 (gentur og dreingir yngru)
Vit vóna at síggja nógv, bæði nýggj og gomul. Ætlanin er at hava skipaðar venjingar og tí er umráðandi hjá okkum at vita, hvussu undirtøkan er.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll Vegna venjaratoymið, Jóhanna, Kristian og Marjun




