top of page

Samandráttur: Vestanstevna 2026

  • for 5 dage siden
  • 3 min læsning

Triðsíðsta stevnan í ár, var Vestanstevnan í Miðvági. Aftur hesaferð vóru tað fleiri spennandi róðrar og nógv heiðursmerkir til Havnar Róðrarfelag.

Samanlagt bleiv tað til 4 🥇, 1 🥈 og 3 🥉 á Vestanstevnu.


Barnaróður (Gentur)

  • Gulin róð í seg víðari í øðrum riðili og kom á mál sum nummar 10 í finaluróðrinum.

  • Drekin róð í øðrum riðili og kom á mál sum nummar 7, tvey pláss frá at koma í finaluna.

  • Títlingur var við aftur hesaferð og bleiv nummar 3 🥉har tær leingi kappaðust um annað plássið 💪 Hettar er besta úrslitið hjá teimum í ár og 4 pláss betri enn seinast 💪


5-mannafør (Gentur yngri)

  • Drekin kappaðist um annað plássið við fleiri bátar, har kappingin harðnaðist móti endanum. Drekin kom á mál sum nummar 3 🥉, bert eitt fjórðings sekund aftanfyri annað plássið. 💪

  • Gulin hevði ein flúgvandi start og legði seg á odda við einari hálvari bátslongd og hevði leiðsluna til hálvt máli var rógvið 💪 Í seinnu hálvu, bleiv tað ein hørð kapping um annað plássið millum tríggjar bátar. Gulin endaði við at koma á mál sum nummar 4, eitt hálvt sekund frá annað plássinum💪


5-mannafør (Gentur eldri)

  • Sílið fekk aftur eitt trygt 1. pláss 🥇 Sílagenturnar komu væl frá startinum og løgdu seg beinavegin næstan eina hálva bátslongd fremstar 💪 Tær róðu undan hinum bátunum, og eingin ivi var um, at tær komu á fyrstar á mál, einar tvær bátslongdir fremstar 💪


5-mannafør (Dreingir eldri)

  • Drekin kom á mál sum nummar 2 🥈 ein lítlan hálva bátslongd frá fremsta plássinum. Drekin kom í startinum at liggja á øðrum plássi, ein skut frá fyrsta plássinum. Munurin øktist til eina bátslongd móti endanum, men við einum góðum endaspurti minkaði teir munin til eina hálvabátslongd, tá ið komið var á málstrikuna 💪


5-mannafør (Kvinnur)

  • Sílið kom á mál sum nummar 3🥉


6-mannafør (Kvinnur)

  • Víkingur kom trygt á mál sum nummar 1 🥇 Kvinnurnar høvdu ein góðan start og løgdu seg ein skut fremstar💪 Kappingin var millum Víking og Froðbing, sum róðu undan hinum bátunum. Tað var javnt millum bátarnar báðar til eini 500 m vóru eftir. So øktu tær frástøðuna so líðandi og komu á mál eina stóra hálva bátslongd fremstar💪


6-mannafør (Menn)

  • Víkingur kom á mál sum nummar 6.


8-mannafør

  • Ørvur kom aftur á mál sum nummar 1🥇 Tað var javnt millum fremstu bátarnar í startinum, har teir fylgdust væl, men so líðandi tók Ørvur seg longur fram. Tá ið 500 m vóru eftir, byrjaði Ørvur at økja um munin. Móti endanum, kom Ørvur á mál eina góða stóra hálva bátslongd frammanfyri hinar 💪


10-mannafør

  • Havnarbáturin hevði aftur eina harðan og tættan róður móti Orminum, men hesaferð hevði Havnarbáturin munin og kom fyrstur á mál 🥇Havnarbáturin hevði ein góðan start, har hann legði seg ein skut framum hinar bátarnar, og økti munin til eina lítla hálva bátslongd til hálvt máli var rógvið 💪 Síðani harðnaði kappingin við Ormin og munurin minkaði. Í endaspurtinum var næstan eingin munur á bátunum, og tað bar ikki til at siga hvør vann fyrr enn síðsta taki var tikið á málstrikuni.


Til síðst kann nevnast, at hettar var ein serligur dagur fyri ein umborð á Ørvi. Eldsálirnar Niels Áki og Jóhanna blivu nemliga gift fyrr á degnum. 👩‍❤️‍👨💍

Niels Áki skuldi uppringaliga bert verða eykamaður umborð, men eftir góða úrslitið á Fjarðastevnu, var einki annað at gera enn at halda fram. So eftir vígsluna fóru tey bæði vestur, har Niels Áki setti seg í bátin, og saman við hinum umborð, róð Ørv trygt á mál sum nummar 1.🥇




Vit gleðast um tey góðu úrslitini hjá okkara rógvarum, og eru spent til Sundalagsstevnuna í Hósvík nú komandi leygardag. 💪



Myndir frá stevnuni: Jens Kr. Vang á portal.fo, Jan Herman á RSF, Signar Højgaard SH foto og egnar myndir.


 
 

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page