top of page

Ódnartøk 2026

  • for 3 dage siden
  • 1 min læsning

Leygardagin vórðu seinastu ódnartøkini undan norðyastevnu rógvin á Eiði. Fyri Havnar Róðrarfelag luttóku 9 manningar hendan dagin. 

Í barnaróðri við gentum vann Gulin allar innleiðandi róðrarnar. Finaluróðurin var tættur, men eisini tá eydnaðist hjá Gulanum at koma fyrst um málið🥇

Títlingur og Drekin róðu kapp fyri fyrstuferð og blivu ungu genturnar nr. 4 og 5 í sinum innleiðandi róðrum.


Kvinnurnar umborð á Víkingi hildu stand og vunnu aftur hesaferð allar 3 róðrarnar🥇Menninir á Víkingi endaðu nr. 4.

Í gentum 14-16 ár var hørð kapping frammi í oddunum. Gulin vann tveir teir fyrstu róðrarnar, men vóru ov stuttar í seinasta róðri og endaðu samanlagt nr. 2 hendan dagin🥈Drekin gjørdist nr. 3🥉

Dreingir 17-18 ár umborð á Drekanum royndu seg eisini og endaðu á triðja plássið🥉

Ungu knassarnir umborð á Ørvi vístu sín góða form og lótu ongan iva vera um at teir vóru bestir hendan dagin. 3 av 3 sigrum til Ørv🥇


Samlanlagt í ódnartak-kappingini 2026 gjørdist úrtøkan fyri HR hendan:Gulin barnaróður gentur nr. 1🥇

Gulin gentur 14-16 ár nr. 1🥇

Drekin gentur 14-16 ár nr. 2🥈

Drekin dreingir 17-18 ár nr. 4

Víkingur 6mf kvinnur nr. 1🥇

Víkingur 6mf menn nr 5

Ørvur nr. 1🥇


Nú gleða vit okkum til norðoyastevnu, sum verður 30 maj. 14 manningar hjá Havnar Róðrarfelag eru meldaðar til💪🏼


Myndir: Jan Hermann Hansen og Álvur Haraldsen


 
 

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page