top of page

Vestanstevna 2025: FM nr. 80 til Havnar Róðrarfelag og stórur spenningur undan ólavsøkuróðrinum

Í góðveðrinum í Sørvági í gjár varð næstseinasti FM-róður rógvin🌞

Fyri HR luttóku heili 19 manningar og eru vit sera stolt av teimum øllum.


Í barnaróðri við gentum megnaðu Ingibjørg at vinna innleiðandi róðurin🤩 Tað gekk tó ikki eftir ætlan í finaluni og endaðu tær nr. 10. Gulin bleiv nr. 7 í finaluni.

Barnaróðurdreingirnir umborð á Skansanum endaðu eisini nr. 7 í sínum róðri.

Hjá 6mf kvinnum hava vit mannað bæði Gongurólv og Víking til seinastu stevnurnar🥳 Royndu kvinnurnar umborð á Gongurólvi gjørdust nr. 2🥈 og Víkingur nr. 4.

Í 5mf gentum 14-16 ár róðu ungu genturnar umborð á Gulanum ein flottan róður og endaðu nr. 4. Nýggju genturnar umborð á Títlingi gjørdust nr. 11.

Menninir umborð á Ørvi hava alvorliga funnið stevið seinastu vikurnar og róðu enn ein uppvísningsróður í gjár🏆 Tórsbáturin, sum eisini er mannaður til seinastu stevnurnar, bleiv nr. 9.

Rættiligur spenningur var í róðrinum hjá 6mf monnum. Einans 2 sekund vóru millum nr. 2 og 7. Víkingur endaði á einum deildum 3. plássi🥉 og Gongurólvur nr. 6.

Góða gongdin hjá Sílinum gentum 17-18 ár heldur fram. Tær vunnu róðurin sannførandi og vunnu samstundis FM nr. 29 hjá Sílinum og nr. 80 hjá HR samanlagt🏆 Kappingin aftanfyri tær er eisini hørð og í gjár varð tað Títlingur sum fekk 3. plássið🥉 Drekin gjørdist nr. 5 og Skansin nr. 7.

Undan róðrinum hjá 10mf vóru HR-fólk spent. Havnarbáturin skuldi javna, um vit skuldu gera okkum vónir um eina FM-finalu á ólavsøku. Men menninir umborð góvu okkum onga orsøk at stúra. Við einum flottum róðri vunnu teir sannførandi og FM-finalan er veruleiki🏆

Masters kvinnurnar umborð á Gongurólvi vóru við fyri fyrstuferð og endaðu nr. 6.

Hjá 5mf dreingjum 17-18 ár gjørdist Drekin nr. 3🥉 og Sílið nr. 4. Hóast rokaligur, so var hetta besti róður hjá Sílinum í ár🤩

Eftir róðurin var móttøka í Álakeri við góðum grýturætti frá okkara Skalla😊

Nú er fult fokus á ólavsøkuna og vit gleða okkum at síggja manningarnar kýta seg tær síðstu ferðirnar í hesum róðrarárinum💪🏼 Ikki minst gleða vit okkum til róðurin á heimasjógvi; at feira longu vunnin FM, til spennandi FM-finalur og at heiðra øllum okkara manningum fyri teirra flottu úrslit og stóra innsats í ár🥳

Koyr á HR!


Myndir: in.fo og RSF


 
 

Seneste blogindlæg

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page