top of page

Samandráttur: Jóansøkan 2026

  • for 5 dage siden
  • 2 min læsning

Fyrradagin varð jóansøkuróðurin hildin í Vági, har 14 manningar luttóku fyri Havnar Róðrarfelag.


Í barnaróðri við gentum vóru Drekin, Gulin og Títlingur við. Sum áður varð róð í tveimum riðlum, har ið Gulin og Títlingur róðu seg víðari sum nummar 1 og 2 í fyrsta riðlinum. Í øðrum riðli róði Drekin og bleiv nummar 6, eitt pláss frá at koma í finaluna. Í finaluróðrinum kom Gulin á mál sum nummar 2 🥈 og Títlingur sum nummar 7.


Í 6-mannaførum við monnum var Víkingur við og endaði nummar 7, beint aftanfyri nummar 6.


Í 5-mannaførum við gentum yngri vóru Drekin og Gulin við. Róðurin endaði við at gerast sera spennandi í toppinum. Her kláraði Drekin, aftaná at hava verið eina bátslongd aftanfyri, at rógva seg inn aftur, at kappast um 1. plássið. Drekin endaði sum nummar 2 🥈, minni enn 1 sekund frá fyrsta plássinum💪. Gulin endaði sum nummar 6.


Í 8-mannaførum vóru Ørvur og Tórsbáturin við. Ørvur hevði ein góðan start og kom ein skut framum hinar bátarnar. Róðurin kom, sum frá leið, at deila seg upp, har ið Ørvur og Gullbrandur róðu seg burtur frá hinum bátunum. Tað var sera tætt millum teir báðar, har Ørvur at koma á mál sum nummar 2🥈, 1 sekund frá fyrsta plássinum. Tórsbáturin var við aftur hesaferð og endaði sum nummar 8.  


Í 5-mannaførum við dreingjum eldri var Drekin við. Drekin kom á mál sum nummar 2🥈, fleiri bátslongdir til næsta bátinum 💪 og eina bátslongd aftanfyri fremsta bátin.


Í 6-mannaførum við kvinnum var Víkingur við. Víkingur hevði ein góðan start og komu ein skut fram um hinar bátarnar. Víkingur og Froðbingur komu at kappast og róðu seg burtur frá hinum bátunum. Víkingur hevði munin allan vegin og kom á mál sum nummar 1🥇, eina góða bátslongd fremstur.


Í 5-mannaførum við gentum eldri vóru Sílið og Títlingur við. Sílagenturnar róðu seg longur og longur fram gjøgnum allan róðurin og komu á mál sum nummar 1🥇, eina fýra bátslongdir frá næsta bátinum.  Títlingur kom á mál sum nummar 5.


Í 10-mannaførum var Havnarbáturin við. Í startinum vóru bátarnir javnir. Havnarbáturin var væl við og kappaðist um fyrsta plássið við Ormin, til hálvt málið var rógvið. Tá øktist munurin teirra millum og Havnarbáturin kom á mál sum nummar 2 🥈, eina bátslongd aftanfyri.


Í 5-mannaførum við kvinnum var Sílið við , ið kom á mál sum nummar 3🥉.


Alt í alt komu 2 🥇, 5 🥈og 1 🥉til Álaker. Nú eru tvær vikur til næstu stevnu og arbeiðishandskarnir verða tiknir fram í Álakeri. Vit gleða okkum at síggja tykkum kappast aftur á Fjarðastevnu í Vestmanna 4. juli


Koyr á HR!


Myndir: Jan Herman á RSF


 
 

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page