top of page

Samandráttur: Fjarðastevna 2026

  • for 2 dage siden
  • 3 min læsning

Nú er kappróðrarárið hálvrunnið við Fjarðastevnu í Vestmanna. Stevnan gav nógvar góðar og spennandi róðrar, og nógv heiðursmerkir til Havnar Róðrarfelag.

Samanlagt bleiv tað til 4 🥇, 3 🥈 og 2 🥉 á Fjarðastevnu.


Barnaróður (Gentur)

  • Gulin tók eitt flott 2. pláss 🥈 í einum sera spennandi og tøttum róðri, har tríggir bátar kappaðust um fyrsta plássið. Gulin kom á mál bert ein skut aftanfyri fremsta bátin.

  • Drekin kom hesaferð á mál sum nummar 10, trý pláss betri enn seinast 💪


5-mannafør (Gentur yngri)

  • Drekin tryggjaði sær 1. plássið 🥇 við einum góðum endaspurti, har ið tær komu á mál eina góða hálva bátslongd frammanfyri næsta bát. Tríggir teir fremstu bátarnir fylgdust væl meginpartin av róðrinum, til eini 300 m vóru eftir. Tá byrjaðu Drekin og Firvaldur av álvara at kappast um fremsta plássið, men Drekin hevði munin í endanum 💪

  • Gulin hevði ein góðan start og legði seg ein góðan skut framum hinar bátarnar 💪 Tær vóru væl við meginpartin av róðrinum, har tað var stutt í fremstu røð millum bátarnar. Gulin kom á mál sum 3. pláss 🥉, trý pláss betur enn seinast og eina bátslongd aftanfyri næsta bát.


5-mannafør (Gentur eldri)

  • Sílið kom gott frá startinum og legði seg ein framum beinanvegin 💪 Sílagenturnar róðu seg longur og longur fram gjøgnum allan róðurin, og eingin ivið var um, at tær komu á mál sum nummar 1🥇, eina tríggjar bátslongdir frá næsta bátinum.


5-mannafør (Dreingir eldri)

  • Drekin gav álvarliga kapping hesafer 💪 og talan var um ein heilt annan róður enn undanfarnu. Drekin var væl við allan róðurin, og var ongantíð meira enn eina bátslongd aftanfyri Fípuni. Tá ið 200 metrar vóru eftir, var púra javnt bátanna millum og ilt var at siga hvør var frammanfyri 💪. Á málstrikuni bleiv Drekin nummar 2 🥈 ein lítlan skut aftanfyri.


5-mannafør (Kvinnur)

  • Sílið kom á mál sum nummar 3🥉, har ið frástøðan til næsta bát minkaði til eina bátslongd💪


6-mannafør (Kvinnur)

  • Víkingur kom væl frá startinum og legði seg ein skut fremst💪 Kappingin kom at vera millum Víking og Froðbing, sum róðu seg burtur frá hinum bátunum. Víkingur hevði gott tak um róðurin og var frammanfyri allan vegin. Kvinnurnar á Vikingi komu á mál sum nummar 1 🥇, eina hálva bátslongd frammanfyri.


6-mannafør (Menn)

  • Víkingur kom á mál sum nummar 7.


8-mannafør

  • Ørvur kom trygd á mál sum nummar 1 🥇, eina góða bátslongd framman fyri næsta bát. Róðurin deildi seg í tvey, har ið Ørvur kappaðist móti Gullbrandi og Heiðabátinum um fyrsta plássið. Tað var javnt millum hesar bátar, til 400 m vóru eftir. Tá økti Ørvur um munin og byrjaði at ganga frá hinum bátunum.


10-mannafør

  • Havnarbáturin hevði ein góðan start og legði seg ein stóran skut fremst 💪 Kappingin kom aftur hesaferð at vera ímillum Havnarbátin og Ormin, um hvør skuldi vinna, har báðir bátarnir fylgdist allan róðurin. Endaspurturin bleiv sera spennandi, har ið tað so at siga eingin munur var millum bátarnar, og ringt var at siga hvør var fremstur. Tað endaði við at Havnarbáturin kom á mál sum nummar 2 🥈, ein hálvan skut aftanfyri.


Eftir steypahandanina bleiv ein felagsmynd tikin í góðveðrinum í Vestmanna.



Síðani var farið suður aftur til Havnar, har Chili Con Carne og annað gott var at fáa í neystinum.


Nú eru vit spent og gleðast til Vestanstevnu í Miðvági komandi leygardag.


Koyri á!💪


Myndir frá stevnuni: Jens Kr. Vang á portal.fo, Jan Herman á RSF, Álvur Haraldsen á in.fo og egnar myndir.


 
 

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page