Samandráttur: Eystanstevna 2026
- for 34 minutter siden
- 2 min læsning
Onnur stevnan í ár er farin afturum við eystanstevnuni, sum gav fleiri broytingar í num til norðoyastevnuna.
Fyrsti róðurin hjá Havnar Róðrarfelag á eystanstevnu var við barnaróðri gentum. Her vóru bátarnir Drekin, Gulin og Títlingur við. Róðurin var í tveimum riðlum, har ið Títlingur var í tí fyrsta riðlinum og róð seg víðari sum nummar 5. Í hinum riðlinum vóru Gulin og Drekin, har ið Gulin róð seg víðari sum nummar 3. Í finaluróðrinum vóru fleiri bátar, sum kappaðust um fyrsta plássið, men við einum sera góðum sprinti móti endanum, kom Gulin framum og vann róðurin🥇. Títlingur kom á mál nummar 7.
Í 6-mannaførum við monnum var Víkingur við har hann endaði sum nummar 7.
Í barnaróðri við gentum yngri vóru Drekin og Gulin við. Her endaði Drekin sum nummar 1 🥇 og Gulin sum nummar 3🥉. Drekin lá nummar tvey stóran part av róðrinum, men tá komið var hálvvegis byrjaðu tær at taka seg longur fram og við einum góðum endaspurti komi tær framum og gjørdist nummar 1🥇. Gulin fylgdi væl við í byrjanini og kom at kappast við tríggjar aðrar bátar um triðja plássið, har ið Gulin endaði við at vinna triðja plássið🥉
Í 8-mannaførum var Ørvur við. Ørvur hevði ikki tann besta startin, men kom at liggja nummar 2 saman við øðrum bátum áleið eina bátslongd aftanfyri nummar 1. Teir arbeiddu seg longur fram gjøgnum róðurin, og minkaðu munin niður á eina hálva bátslongd til nummar 1, men so fingu hinir bátarnir tikið seg longur fram og Ørvur endaði á einum 3 plássið🥉
5-mannaførum við dreingjum eldru var Drekin við og kappaðist leingi um 2. plássið og var áleið eina bátslongd aftanfyri nummar 1. Tá ið teir høvdu róð 500 m byrjaðu teir at nærkast fremsta bátinum og kláraðu at minka um munum til ein skut. At enda komu teir á mál sum nummar 2🥈
Í 6-mannaførum við kvinnum var Víkingur við, sum hevði ein góðan start og legði seg ein skut fremst. Tað bleiv javnt millum tveir teir fremstu bátarnar, sum róðu longur burtur frá hinum. Endaspurturin var ikki so góður hesaferð, so tær endaðu við at koma á mál sum nummar 2🥈
Í 5-mannaførum við gentum vóru Títlingur og Sílið við. Sílagenturnar vunnu aftur stórt 🥇 og komu á mál einar tríggjar bátslongdir frammanfyri nummar 2. Títlingur kom hesaferð á mál sum nummar 4, tvey pláss betri enn á norðoyastevnu💪.
Í 10-mannaførum bleiv tað aftur talan um eina tættan róður. Havnarbáturin fekk ikki líka góðan start hesuferð og kom at elta fyrsta plássið allan róðurin. Mótið endanum minkaði munurin, har ið Havnarbáturin hevði ein góðan endaspurt, men var akkurát ov stuttur og komi á mál sum nummar 2 🥈beint aftanfyri fyrsta plássið.
5-mannaførum við kvinnum var Sílið við. Sílið kom aftur á 3. Pláss🥉, men minkaði hesaferð frástøðuna til eina lítla bátslongd til næsta bát💪
Alt í alt komu 3 🥇, 3 🥈og 3 🥉við heim til Álaker hesaferð, sum vit eru sera glað fyri. Eftir róðurin var móttøka í neystinum, har ið rógvarar og viðhaldsfólk fingu heita suppu 🍲
Næstuferð verður farið suður til Jóansøku í Vági. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur til næstu stevnu.
Koyri á!💪
Myndir: Jens Kr. Vang á portal.fo og Jan Herman á RSF
































































