top of page

Norðoyastevnan 2026

  • for 2 dage siden
  • 2 min læsning

Fyrsta stevnan í ár, var skotin í gongd í Klaksvík síðsta leygardag við Norðoyarstevnuni. Havnar róðrarfelag var, aftur í ár, væl umboðað við 14 manningum.


Í barnaróðrinum við gentum luttóku bátarnir, Drekin, Gulin og Títlingur. Róð var í tveimum riðlum, har Gulin og Títlingur megnaðu at koma í finaluna sum nr. 1 og 2, meðan Drekin endaði sum nr. 7 og kom ikki víðari. Í finaluróðrinum kom Gulin trygd á mál sum nr. 2🥈og Títlingur sum nr. 7.

 

Í 6-mannaførum hjá monnum var Víkingur umboðaður. Her endaði hann sum nummar 6.

  

Í 5-mannaførum gentur yngri vóru Drekin og Gulin við. Gulin hevði ein góðan start og legði seg á odda, og var væl við meginpartin av róðrinum. Gulin endaði, tá samanum kom, sum nr. 4. Drekin hevði ikki tann besta startin, men arbeiddi seg longur og longur fram gjøgnum róðurin, har ið hann móti endanum royndi at taka 1. plássið. Drekin endaði nr. 2🥈 eina lítla bátslongd aftanfyri nr. 1.

  

8-mannaførum vóru báðir bátarnir Ørvur og Tórsbáturin við. Ørvur kom gott frá startinum og legði seg fremst. Ørvur fekk kapping ígjøgnum róðurin, men megnaði at halda stand og kom á mál sum nr. 1🥇, tríkvart bátslongd framman fyri nr. 2. Tórsbáturin endaði nr. 8.

  

Í 5-mannaførum við dreingjum eldri var Drekin við. Drekin kom væl frá start og legði seg fremst millum bátarnar. Róðurin endaði við at deila seg í tveir róðrar, har ið tveir teir fremstu bátarnir komu langt framum hinar. Drekin kappaðist leingi um fyrsta pláss, men endaðu á 2. plássi🥈

 

Saknur hevur verið eftir einari kvinnumanning í 6-mannaførum hjá Havnar róðrarfelag, so nú tá Víkingur bleiv mannaður, hevur spenningurin verið stórur. Víkingur startaði væl og legði seg fremst. Tað var tætt og spenningur allan vegin, men við einum góðum róðri kom Víkingur fyrstur á mál 🥇, ein góðan skut frammanfyri nummar 2.

  

Í 5-mannaførum gentur eldri vóru Sílið og Títlingur við. Sílagenturnar hildu fram, har ið tær sleptu í fjør og róðu ein sannførandi róður. Tær løgdu seg fremst í startinum, og róðu seg longur og longur fram gjøgnum róðurin, og komu fyrstar 🥇 á mál, einar 5 bátslongdir frammanfyri hinar. Títlingur endaði nummar 6.

  

Tað var lagt upp til ein spennandi róður í 10-mannaførum, har ið Havnarbáturin aftur var við. Aftaná at tey á Ørvi høvdu vunnið allar róðrarnar í fjør, fóru tey í Havnarbátin. Havnarbáturin leyp avstað í startinum, og legði seg meira enn eina hálva bátslongd frammanfyri hinar báðar. Tey vóru fremst allan róðurin, men stórur spenningur kom í, móti endanum, har munurin minkaði. Tó megnaði Havnarbáturin at koma fyrstur á mál🥇.


Síðsti róðurin hesa stevnuna var við 5-mannaførum kvinnum. Her var Sílið við og tær megnaðu at fáa eitt 3. pláss🥉

 

Alt í alt komu 4 🥇, 3 🥈og 1 🥉við heim til Álaker, sum er heilt fantastiskt og sum vit eru errin av. Eftir róðurin var móttøka í neystinum, har ið rógvarar og viðhaldsfólk fingu heita suppu 🍲


Nú eru tvær vikur til Eystanstevnu í Runavík.  Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur til næstu stevnu.


Koyri á!💪



Myndir: Jens Kr. Vang á portal.fo, Jan Herman á RSF og Álvur Haraldsen á in.fo

 


 

 
 

Havnar Róðrarfelag | Rundingur 24 | 100 Tórshavn

tel. +298 588418 | isbjornin@gmail.com

V-tal: 388653 | Kontonummar Betri 9181 478.002.9

bottom of page