
Viðtøkur felagsins
Viðtøkurnar eru síðst góðkendar á eykaaðalfundi tann 25. apríl 2006
Lógir fyri Havnar Róðrarfelag, pr. 25.04.2006.
§1. Navn og endamál
Navn felagsins er Havnar Róðrarfelag. Felagsins endamál er at íðka ta gomlu ítróttina, róðurin, og aðra ítrótt, unglingum til heilsubótar, og at fremja góðan felagsskap limanna millum.
§2. Limir
Øll kunnu gerast limir av Havnar Róðrarfelag. Vil ein av limunum ganga út úr felagnum skal hetta boðast skrivliga frá til nevndina.
§3. Limagjald
Árliga limagjaldið er kr. 100,00 fyri allar limir.
Luttøkugjald fyri ýðkandi limir verður ásett av nevndini.
Limagjald og luttøkugjald fellur til gjaldingar flaggdagin 25. apríl.
Er limagjaldið ikki goldið áðrenn norðoyarstevnuróður sama ár, kann nevndin seta neyðug tiltøk í verk mótvegis ýðkandi og øðrum limum, men hesi kunnu broytast á vanligum ársaðalfundi, um meiriluti er fyri tí.
Eingin limur skal hava eftirstøðu í meiri enn eitt ár, um so er tekur nevndin avgerð, um limurin skal strikast úr felagnum. Í slíkum føri fær viðkomandi ávaring frammanundan.
§4. Trygging
Felagið hevur skyldu at tryggja neystið ímóti eld-, vatn-, stormskaða, innbroti og herverki. Eisini mugu bátar felagsins tryggjast móti eldi og skaða, ið kann koma undir flutningi, venjing ella kappingum, eitt nú av stormi og herverki.
§5. Skylda limanna
Tað er skylda limanna at stuðla endamál felagsins og fara væl um ognir tess.
Limirnir hava skyldu til at gera seg kunnugar við lógir felagsins, ið altíð skulu verða tøkar hjá nevndini. Tørvandi kunnleiki til lógirnar loysir í ongum føri lim frá skyldum hansara mótvegis felagnum.
Limur kann ikki uttan haldgóð orsøk bera seg álitisstarvi.
Um limur arbeiðir ímóti felagnum, kann nevndin, um hon heldur tað vera neyðugt, taka limarættin frá viðkomandi til fyrsta aðalfund. Viðkomandi kann tá, um hann ynskir tað, reisa málið á aðalfundinum, sum avgerð, um persónurin skal strikast sum limur.
§6. Nevndin
Á aðalfundinum verður nevnd felagsins, ið er 5-manna nevnd vald. Nevndarlimur verður valdur fyri 2 ár.
Nevndin verður vald soleiðis, at annaðhvørt ár verða valdir 2 nevndarlimir og annaðhvørt ár 3 nevndarlimir.
Uppskot til nevndarlimir skulu vera nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Valdir verða eisini tveir tiltakslimir á hvørjum ári fyri 1-ára skeið.
Stendur á jøvnum millum 2 valevni verður lutakast.
Nevndin stendur aðalfundinum til svars fyri tað, hon avrikar og somuleiðis fyri óavrikaðar felagssamtyktir. Nevndin hevur skyldu at halda skil á felagnum. Nevndin skipar seg sjálv:
Næstformaðurin røkir starv formansins, tá ið honum berst undan.
Skrivarin førir allar nevndarfundir í gerðabók felagsins. Bókin skal í hvussu so er lýsa allar avgerðir hjá nevndini og skal vera undirskriva av teimum nevndarlimum, ið eru á fundi.
Nevndarfundur eigur at vera, tá ið formaðurin ella ein av nevndarlimunum ynskja tað. Berst nevndarlimi undan, skal hann siga nevndini frá framanundan fundinum.
Møtir nevndarlimur ikki á trimum fylgjandi fundum og hevur ikki lógliga umbering at føra fram, fer hann úr nevndini. Tiltakslimur kemur tá í hansara stað nevndarskeið hansara út.
Fundurin er avgerðarførur um 3 limir eru á fundi. Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta millum teir møttu limirnar.
Stendur á jøvnumer málið falli.
§7. Kassameistarin
Nevndin velur kassameistara, ið ikki nýtist at vera nevndarlimur, men skal vera limur í felagnum.
Kassameistarin heldur roknskap felagsins og rindar útreiðslur felagsins við ávísing frá nevndini.
Undan 01. februar letur hann roknskapin til grannskoðara at grannskoða.
Roknskaparárið er álmanakkárið.
§8. Aðalfundur
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Nevndin boðar til aðalfundar 3 vikur innan fund, í minsta lagi í einum av teimum føroysku bløðunum. Tað skal altíð lýsast við tilskilaðari fundarskrá.
Aðalfundurin er bert viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Uppskot og val á aðalfundinum, undantikið lógarbroytingar og avtøka, verða avgjørt við vanligum atkvøðumeiriluta.
Hvør limur hevur eina atkvøðu. Stendur á jøvnum tá ið atkvøtt verður fellur málið; undantikið er tó nevndarval (smb. §6).
Limur hevur atkvøðurætt tá viðkomandi hevur verið limur í 6 mánaðir.
Fundurin avger, um atkvøðast skal skrivliga, og um mál, sum limir hava lagt fyri hann, skulu viðgerast.
Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundi, skulu verða nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Øll mál, ið ynskjast atkvøtt um, skal skrivligt uppskot fylgja við.
Um so er at innkomin mál eri í atkvøðast skal um skulu hesi kunngerast í neystinum 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Fundurin verður stjórnaður av orðstýrara sum fundurin velur. Orðstýrarin førir fundin í gerðabókina og undirskrivar hana.
Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári 25. apríl við hesi dagsskrá:
-
Val av fundarstjóra
-
Frásøgn formansins frá farna árinum
-
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
-
Val av nevndarlimum
-
Val av tiltakslimum
-
Val av grannskoðara
-
Møgulig uppskot av limum
-
Ymiskt
§9. Eykaaðalfundur
Boðað verður til eykaðalfundar, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið minst ¼ av limatalinum krevur tað.
Eykaaðalfundur verður lýstur eins og aðalfundurin við tilskilaðari fundarskrá.
§10. Lógarbroytingar
Lógarbroyting kann bert vera framd ársaðalfundi / eykaaðalfundi, tá ið lýst verður til tess.
Fyri at fremja lógarbroyting, skulu í minsta lagi 2/3 av teimum á fundi møtti limum greiða atkvøðu fyri tí.
Alt, sum hesar lógir greinliga tilskila, ger nevndin við ábyrgd mótvegis aðalfundinum (smb. §6).
§11. Felagið bundið
Felagið verður bundi av formanni og tveimum nevndarlimum. Við sølu, keypi ella veðseting av fastari ogn felagsins krevst aðalfundarsamtykt og undirskrift av allari nevndini.
§12. Slit av felagnum
Felagið kann bert verða slitið, tá hesar treytir eru fylgdar:
-
Lýst má verða lógliga til eykaaðalfundar.
-
Slitið av felagnum má verða tilskilað á fundarskránni.
-
Tað skulu í minsta lagi 2/3 av øllum limum felagsins greiða atkvøðu fyri tí.
§13. Avhendan av felagnum
Verður felagið slitið, skulu ognir tess nýtast til framma fyri ítróttarróður í Føroyum.
§14. Lógarsamtykt
Hetta broytingaruppskot er samtykt á eykaaðalfundi 25. apríl 2006.
